Stúgvandi full Dómkirkja

Tað er hon sum oftast, men í dag var nakað serligt.

Emma las inngangsbønina og neyvan hevur inngangsbønin vera biðin meira inniliga ? hart og týðiligt ? enn í dag.Takk fyri góða Emma.

Hetta var ein vanlig gudstænasta, men tað, sum var øðrvísi, enn vanliga dagar, var at tað vóru menningartarnað, sum gjørdu tænastu saman við dómpróstinum.

Javni hevur skipað fyri einum mentunartiltaki seinasta vikuskifti ? at gera tey menningartarnaðu meira sjónlig. Og sanniliga var hetta prikkurin yvir i-ið. Signað veri tit, ið hava lagt nógva orku í hetta tiltak.

»Tað, sum tit hava gjørt ímóti einum av mínum minstu, tað hava tit gjørt móti mær«.

Eg sigi fyri meg, at hetta var ein vælsignað løta í Havnar kirkju. Ikki minst tann løtan, tá Elin sang. Eitt var klárt, at tey bæði Jóannis, sum hevur klaverfylgispæli, hava sungið og spælt saman fyrr, tí so gott samspæl var teirra millum. Tann spontana gleðin sum var í sanginum nam hvørt einasta hjarta.

Stóra tøkk eiga tit fyri dámin, tit settu á gudstænastuna. Eivind las epistulin og Petur Jakku las evangeliið, takk fyri báðir tveir.

Útgangsbønina las Símun Petur, og hóast mikrofonin var flutt, so hoyrdu vit hansara sterku rødd ? væl og virðiliga. Hesin dagur er ein perla, sum vit fara at minnast aftur á við miklari gleði og tøkk.

Tøkk til tykkara, sum tóku hetta stig og vælsignað veri tit sum gjørdu dagin til eitt varandi minni.


Hanna Lisberg