Trygdarráðið hjá ST legði í gjárkvøldið ábyrgdina av hópdrápinum í sýriska býnum Houla á stjórnina í Damaskus. Ráðið fordømdi hvassliga framferðina hjá stjórnini og kravdi enn einaferð, at sýriski herurin flytur øll tung vápn burtur frá býunum.
Russland og Kina atkvøddu fyri fordømingini.
ST-eygleiðarar í Sýrialandi taldu í minsta lagi 108 lík í Houla. Teir siga, at 49 børn og minst sjey kvinnur vóru millum tey deyðu. Norski generalurin Robert Mood, sum stendur á odda fyri ST-eygleiðarunum, hevur sagt, at 34 av teimum deyðu børnunum vóru yngri enn 10 ár.
Bretski ST-sendimaðurin, Mark Lyall-Grant, sigur, at fordømingin hjá ST-trygdarráðnum er týdningarmikil, men ikki nóg mikið, og at ráðið fer at hava fund aftur fyrsta dagin at tosa um, hvørji stig skulu takast.










