KÍF-StÍF 21-24 (11-12)
Strandingar hava júst verið í høllini í Kollafirði, har teir eru farnir avstað við tveimum stigum.
Talan var fyri tað nógva um ein rættiliga javnan dyst, men miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist gestunum at toga seg leysar, og tann munin hildu teir fast um restina av dystinum.
Hjá KÍFR skoraði Damir Oros 6 mál. Mortan Hansen skeyt 7 av málunum hjá StÍF.










