StÍF vann hóast teir slakaðu í løtum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Borgar Persson taka samanum 34-26 (15-11) sigrinum hjá StÍF ímóti Team Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Borgar Persson hjá StÍF, sum skeyt trý mál, tá StÍF vann 34-26 (15-11) á Team Klaksvík á útivølli fyrr í dag.

 

Á plusssíðuni fegnast Borgar Persson um endarnar av báðum hálvleikunum, har StÍF veruliga fekk fatur í klaksvíkingum, og tað eydnaðist samstundis at seta fleiri mál inn. Aftaná eitt korter var bert eitt mál á muni, men StÍF dróg frá klaksvíkingum aftur. Í seinna hálvleiki arbeiddi Team Klaksvík seg upp til 22-24 til StÍF, men seinastu 12 minuttirnar drógu strandingar aftur frá klaksvíkingum.

 

Á minussíðuni heldur Borgar Persson, at tað vóru løtur í fyrru helvt í bæði fyrra og í seinna hálvleiki, har teir ikki fingu spælið at koyra optimalt, men samanlagt er hann glaður fyri at verða komin á sigurskós aftur, og nú ætla teir hjá StÍF at enda væl hesumegin jólaferiuna, so tað ikki verður ov langt upp til oddin.