StÍF-Tjaldur 31-29 (16-17) Tjaldur er farið at bíta frá sær

Runavíkingar eru sum hamskiftir, nú teir eru farnir at taka hondbóltin í álvara, og sunnudagin var um reppið, at teir koppaðu strandingum

Hondbóltur

Jákup Mørk


Tað eru ikki smávegis broytingar, sum seinastu tvær vikurnar hava eyðkent hondbóltsavrikini hjá runavíkingum.

Fyrstu umførini av landskappingini var annars líkt til, at Tjaldur í ár bert skuldi taka til takkar við leiklutirnum sum »prügelknabe« hjá hinum liðunum, og ferð eftir ferð vórðu teir sendir av vøllinum við stórtapi.


Áhugin øktur

Broytingin byrjaði, tá teir fyri tveimum vikum síðani hittu Neistan. Gaman í varð tá aftur talan um greitt tap, men so leingi orkan var til staðar, bitu tjaldursmenninir frá sær í tí dystinum. Høvuðsorsøkin var sjálvandi, at teir nú høvdu tveir útlendskar leikarar við í hópinum, og síðani hevur gingið framá.

Fyri viku síðani fekk KÍF av at vita í Runavík, og eftir tann dystin vóru boðini, at nú fór tað at gerast stuttligari í Runavíkini. Í øllum førum hvat hondbóltinum viðvíkti.


Mistu í seinastu løtu

Hetta sást eisini aftur, tá liðið sunnudagin fór vestur um Skálafjørðin at spæla.

Høllin var at kall stúgvandi full, og tað vóru so sanniliga ikki bert áskoðarar hjá heimaliðnum, sum gjørdu um seg.

Áskoðararnir fingu eisini ein sera spennandi dyst, har Tjaldur rættiliga vísti, at áðurnevndi leikluturin tykist vera søga á hesum sinni.

StÍF fekk væntaða sigurin, men tað var við bit og slit, at hesin kom til høldar. Ikki fyrr enn um miðjan seinna hálvleik eydnaðist heimaliðnum at leggja seg framum.

- Talan var um ein ógvuligan javnan dyst. Dómararnir løgdu frá byrjan eina harða linju, so talan varð um nógvar útvísingar, men talan varð ongantíð um óreint spæl, sgiur Arnfinn Langgaard, sum aftur í ár partur av Tjaldurs liðnum.

- Eg haldi ikki, at nøkur av verjunum stóð ser serliga væl, men hinvegin riggaði álopsparturin hjá báðum liðum sera væl til tíðir. Hjá okkum kemst tað kanska mest av, at vit ikki enn eru samanspældir, men tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við, sigur Arnfinn.

Um hetta við verjuspælinum sigur hann annars, at teir hjá Tjaldrinum royndu allar snildir fyri at fáa hetta at rigga.

- Vit royndu okkum bæðí við 6-0 og 5-1, og eisini við at mansverja bæði ein og tveir leikarar, men tað var alt tað sama.

Ananrs iðraði hann seg sjálvandi um, at tað ikki eydnaðist gestunum at fáa sigurin við sær heim aftur, tá teir høvdu fylgt við strandingum so leingi. Hann vísir í hesum sambandi á, at teir komu upp á 29-29 tveir minuttir fyri leiklok, men at teir so ikki fingu gjørt meira við strandinguarnar.


Hvussu langt ber framgongdin

Úrslitiði boðar um ikki annað frá, at Tjaldur als ikki longur er nakað, sum bara skal takast sum avgreiðsluspurningur.

Sjálvur dylir Arnfinn heldur ikki fyri, at nógv er batnað, men hinvegin er hann sera spentur um, hvussu langt framgongdin fer at bera.

- Tá nýggju menninir komu, byrjaðu vit so at siga frá null, so framgongdin hevur sjálvandi verið sera stór fyrstu tíðina. Tað, sum eg eri mest spentur um, er, hvussu leingi framgongdin fer at standa við. Tað er jú ikki fyrr enn tá, at vit veruliga síggja, hvør dugur er í okkum.

Tá vit at enda spurdu hann, um Tjaldur nú er farið at líta longu upp á stigatalvuna, er svarið eisini játtandi, tó at tað kanska ikki er heilt so avgjørt.

- Vit miðja ímóti at fáa eina plasering í miðjuni, men tað verður sjálvandi torført. Tað tykist í hvussu so er, sum um øll liðini undantikið VÍF kunnu taka stig frá hvørjum øðrum.

- Vit hava tó ikki sett okkum nakað mál um nakra ávísa plasering. Tá árið byrjaði, tosaðu vit fyrst og fremst um at sleppa undan niðurflyting, og hetta er so avgjørt framvegis tað týdningarmesta hjá okkum, sigur Arnfinn at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

StÍF: Artur Johansen 13(7), Costin Dumitrescu 7(1), Alexandur Johansen 4, Adre Danielsen 2, Marius Joensen 2, Pauli Hansen 2, Pauli Poulsen 1

Tjaldur: Arnfinn Langgaard 6, Zoran Savicevic 6(5), Jens Martin Knudsen 5, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 4, Svein í Heiðunum 3

Bortskøst: StÍF 9, Tjaldur 6

Útvísingar: StÍF 5, Tjaldur 6

Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3x2 minuttir)