STÍF tevjar bronsuna

Hóast mansverju av Astu Petrauskiene og Alinu Olaru, so megnaði STÌF kortini at vinna dystin

STÍF hevði hóskvøldið vitjan Stjørnuni. Úrslitið var ein greiður sigur til heimaliðið, sum sostatt hevur vunnið seg á triðjaplássið saman við Kyndli og Stjørnuni í bestu kvinnudeildini.

STÍF legði seg frammum beinanvegin í dystinum, og tær hildu tørn allan dystin. Heimaliðið legði seg tíðliga frammum 5-1, og tann frástøðan millum liðini helt allan dystin

Av Skála verður sagt, at dysturin ikki var størsta hondbóltsupplivingin, men til tíðir var gott spæla at síggja.

Mansverjan miseydnaðist
Hóast Stjørnan valdi at mansverja Asta Petrauskiene og Alina Olaru stóran part av dystinum, so fingu tær kortini flestu málini fyri heimaliðið

STÍF hevur fyrr í ár havt trupulleikar fyrr, at mótstøðuliðini at mansverja, men hóskvøldið gjørdi tað so ikki mun.

Stjørnan hevur ikki havt eitt gott endaspæl, og liðið hevur nú tapt fimm dystir.

Dysturin endaði heldur keðiligt, tá venjarin hjá Stjørnuni varð vístur av vølli, fyri at hava sagt nøkur borgarlið orð við dómararnar.

STÍF fara vitjan Kyndli sunnudagin, og vinna tær tann dystin, liggja tær best fyri í kappingini um bronsumerkini.

Dysturin í tølum:

STÌF ?Stjørnan 28-21 (15-9)

STÍF: Asta Petrauskiene 11, Alina Olaru 6, Anna Maria Berthelsen 6, Poula D. Olsen 3, Elin Jacobsen 1 og Sunfríð B. Jacobsen 1

Stjørnan: Danijela Ercevic 7, Natasa Spanenkovic 6, Joan M. Joensen 3, Bára S. Klakstein 3, Jastrid Gulakksen 2, Davina Sundskarð 1

Mynd: STÍF-Stj
STÍF vann greiðan sigur á Stjørnuni á Skála hóskvøldið, og tær liggja nú væl fyri í stríðnum um bronsumerkini.
Mynd: Savnsmynd