Steypafinalan, menn
So at siga allan dystin var at kalla javnt millum liðini, og tað var ikki fyrr enn í teimum seinastu minuttunum, at dysturin fekk sína avgerð.
StÍF kom á odda beint undan hálvleikinum, og eftir hetta sluppu vestmenningar ongantíð framat.
Leyst varð tó ongantíð millum liðini, og hevði tað ikki verið fyri tvær sera, sera týdningarmiklar bjargingar frá Jóhan Danielsen seinast í dystinum, hevði úrslitið helst verið eitt annað.
Sum sagt. Ein spennandi og verdug finala, og vit ynskja StÍF hjartaliga tillukku við sigrinum.