Neistin er nú bert eitt stig frá oddasessinum í Okkara-deildini. Tað er staðfest aftaná Neistin vann 34-26 á StÍF á Skála. Í steðginum var javnleikur 16-16.
Jóannes Prestá var toppskjútti hjá StÍF við níggju málum. Djóni Petersen skoraði fimm mál. Toppskjútti hjá Neistanum var Dánjal Ragnarsson við 12 málum. Høgni Zachariasen skoraði sjey mál.
VÍF hevur 13 stig og Neistin hevur 12 stig. Kyndil og H71 hava 10 stig. StÍF hevur seks stig og KÍF hevur fimm stig. Aftast er Team Klaksvík við tveimum stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við unga málverjan hjá StÍF, Jákup Mortensen sum má staðfesta, at StÍF megnaði ikki at fylgja við Neistanum í seinna hálvleiki.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson sum kann fegnast um ein góðan dag við málskjótingini og, at Neistin nú bert er eitt stig frá oddasessinum.










