StÍF byrjaði alt ov illa

Hondbóltur - StÍF fekk sítt fyrsta mál í Vestmanna, tá 15 minuttir vóru spældir. Tá var VÍF framman fyri 7-1, og gestirnir høvdu lítlan møguleika at vinna leiðsluna aftur

Við óvæntaða javnleikinum á útivølli móti Tjaldrinum í skjátt­uni, varð væntað, at botn­liðið StÍF fór helst at standa VÍF kurl í Vestmanna í gjár.
Tær gjørdu tær ikki. Og tað langt frá.
VÍF, sum er næstniðast, vann 25-16. Hálvleiksstøðan var 13-7.
Kvinnurnar úr Vestmanna vunnu sær eina trygga leiðslu beinanvegin, og so var mót­brekkan tung hjá StÍF.
VÍF hevur nú fýra stig, sum eru vunnin móti StÍF.
Liljan Djurhuus og Torgunn Johansen vóru toppskjúttar hjá VÍF við fimm málum.
Rebekka Justinussen, StÍF, var toppskjútti við seks málum.