Javnstøðunevndin og Demokratia skipa á ST degnum 24. oktober fyri tiltaki um CEDAW, sum er kvinnurættindasáttmálin hjá ST. CEDAW hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1983 og varð staðfestur av Føroya løgtingi í 1987.
Tiltakið í Norðurlandáhúsinum í morgin byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17. Eftir at Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, hevur sett fundin, fer Elin Mortensen, stjórnmálafrøðingur og forkvinna í Amnesty International Føroya Deild, at tosa um evnið ?ST ? sáttmálar ? gera teir nakran mun??
Síðani fer Pól Egholm, cand.merc., málsviðgeri á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, at tosa um ?Føroyar á javnstøðuleið - niðurstøður frá CEDAW- nevndini?, og at enda fer prof. Dr. Jur. Herdís Thorgeirsdóttir, sakførari og lektari við Bifrost, lærustovn í Íslandi, at tosa um evnið ?Rethinking Empowerment ? CEDAW as a tool?.
Orðstýrari verður Dorit Hansen, cand.mag.
Høvi verður eisini at seta spurningar.
Tiltakið er alment og ókeypis.