ST ávarar um fullkomiliga samansøkking í Gaza

- Avleiðingarnar fyri fleiri enn tvær miljónir sivilar íbúgvar í Gaza kunnu gerast ófatiligar, sigur António Guterres.

ST-aðalskrivarin, António Guterres, kemur í kvøld við einari nýggjari áheitan um at tryggja neyðhjálp til krígsherjaða fólkið í Gazageiranum.

Hann heitir á partarnar í stríðnum um at tryggja, at fleiri lastbilar kunnu koma til krígsherjaða økið - uttan seinkingar.

 

- Humanitera skipanin í Gaza stendur yvirfyri einari fullkomiligari samansøkking - ella kollapsi, sum tað eisini kann sigast.

 

Sambært Reuters leggur ST-aðalskrivarin dent á, at avleiðingarnar fyri fleiri enn tvær miljónir sivilar íbúgvar í Gaza kunnu gerast ófatiligar.

 

António Guterres hevur eisini skotið upp, at skipað verður ein humaniter vápnahvíld, sum kann tryggja neyðhjálp til íbúgvarnar í Gazageiranum.