Støðan hjá nólsoyingum er ótolandi – og hon má loysast

Trupulleikin má loysast fyri jól, heldur løgtingsmaður, og nú vil hann hava eina frágreiðing frá Jørgeni Niclasen

Hvat ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at gera fyri at bøta um ferðasambandið ímillum Havnina og Nólsoynna.

Tað skal landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá í næstum. Tað er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum nú hevur reist málið á Løgtingi og vil hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.

Í hesum sambandi vil Høgni Hoydal hava at vita frá landsstýrismanninum, hvat, heilt ítøkiliga verður gjørt fyri at bøta um ferðasambandið um Nólsoyarfjørð, nú støðan er versnað uppaftur meira hjá nólsoyingum við brekunum hjá Erlu Kongsdóttir og Hasfjord?

Hann vil eisini hava at vita um Landsstýrið hevur tikið nøkur bráðfeingis stig fyri at útvega eitt annað skip, til Ternan kemur aftur av beding og hann vil eisini hava at vita, hvat Jørgen Niclasen heldur um almenna skrivið frá seks sjómonnum í Nólsoy um Erlu Kongsdóttir.

https://www.in.fo/news-detail/news/seks-sjomenn-i-nolsoy-vid-drugvum-royndum-ropa-varsko/Les meiri um tað her: Seks sjómenn við drúgvum royndum rópa varskó 

– Hvussu eru útlitini hjá nólsoyingum fyri at fáa nøktandi ferða- og farmaflutning nú um jólini og nýggjárið, til Ternan kemur aftur í sigling, spyr Høgni Hoydal.

Hann sigur, at støðan hjá nólsoyingum stendur tíverrri við og versnar og seinastu dagarnar hevur Hasfjord havt tekniskt brek og Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling tí tveir rútar eru brotnaðir. Samstundis verður Ternan verandi á beding longri enn ætlað.

– Tað er heilt óvirðiligt fyri støðuna hjá nólsoyingum, at politiska viðgerðin tykist at snúgva seg um at geva undanfarnum samgongum skyldina av støðuni, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at her snýr tað seg um eina heilt ótolandi støðu hjá nólsoyingum, sum má loysast nú um jólini og inn í nýggja árið, leggur hann afturat.