Støðan hjá føroyskum í føroyska útbúgvingarverkinum

   

Jeffrei Henriksen
??????????????

Í útvarpssamrøðu herfyri nevndi ein miðnámsskúlanæmingur ein trupulleikan, tann at lærarin sigur "Hatta skuldu tit havt lært fyrr; hatta kann eg ikki læra tykkum nú."
Hetta er tíverri ikki nøkur ókend framsøgn!
Í flestum førum er tað mest sum ein vanlukka í undirvísingini at skifta lærara - annaðhvørt tað so er í sambandi við at skifta skúla ella bara at skifta til annan flokk, ella hvat so orsøkin er.
Men tað er eingin meining í at sleppa barnagørðum, fólkaskúla og miðnámsskúlum undan síni málsligu ábyrgd og tveita alla ábyrgdina á læraraskúlan, so sum onkur nú hevur nevnt.
Eg havi so ofta tikið til eina dømisøgu, at eg illa tori at koma við henni aftur. Í stuttum er hon tann, at ein maður helt ikki akurin hjá sær vaksa nóg væl, fór tí at hjálpa honum á leið við at hála í hvørt einasta strá. - Morgunin eftir lá allur akurin følnaður.
Tað er ein ráðandi áskoðan, sum eg ikki fati, men hon er veruliga, at vit skulu læra mæmingar, til teir eru búnir at taka við lærdóminum; men tá ið teir eru búnir at fata tað, ið undirvíst er í, skal undirvísingin halda uppat. - Skilji tað, hvør ið kann; eg skilji tað ikki.
Vit eru hervilig at byrja undirvísing, áðrenn næmingarnir eru búnir til tað.
Sum ein danskur profess-ari í sálarfrøði segði tað: Tú kanst byrja lesiundir-vísingina, tá ið børnini eru 6-ára gomul; tá tekur tað 4 ár at læra at lesa. Vit kunnu byrja, tá ið tey eru 7 ár; tá tekur tað 3 ár. At byrja við 8-ára gomlum tekur 2 ár. Hjá 9-ára gomlum tekur tað 1 ár.
So segði hann.
Men tað er sjálvandi munur á børnum. Sambært eini lesikanning í føroyskum á Venjingarskúlanum 1969-70 hevði tíggjunda hvørt barn lært at lesa, áðrenn tað hevði fylt 9 (og tað høvdu hesi børnini ivaleyst gjørt, annaðhvørt tey so gingu í skúla ella ikki). Móti endanum á 3. flokki dugdu 17% av dreingjunum og 40% av gentunum at lesa raðið (90 orð um minuttin); og tá ið tey vóru liðug við 4. flokk, vóru framvegis meir enn ein fjórðingur, sum ikki var komin á lagið at lesa raðið.
Tá høvdu tey í tvey ár eisini roynt at lesa (og skriva) eitt annað mál enn móðurmálið. Og tað noyðast føroysk skúlabørn framvegis sambært galdandi fólkaskúlalóg!
Harmiligt, at landsstýrismaðurin í skúlamálum, ið tá var, móti allari rímiligari próvførslu og móti meirilutatilmæli frá síni egnu ráðleggingarnevnd skar ígjøgnum ikki at vilja flyta byrjanarundirvísingina í donskum upp í 4. flokk. Próvførsla hansara var ein illgiting um ætlanir at vilja troka danskt burtur í fólkaskúlanum og so tann fortugda fólkatølingarorðingin "tað er ikki prógvað."
Fjøldin av føroyskum skúlabørnum hevur framvegis trupulleikar av, at tey, áðrenn tey eru komin á lagið at lesa á móðurmálinum, verða noydd at lesa á einum øðrum máli. - Ikki um at tala, at so mong teirra framvegis læra at stava føroyskt á donskum!
Tað er óneyðugt at gera tað fløkt, sum kann vera einfalt. Eins og bókstavirnir B, b, b, b, b
allir uttan mun til snið og útsjónd verða nevndir og lisnir /be/, so eiga á føroyskum I, i, Y, y at verða lisnir og nevndir /i/. - Stavsetingina goyma vit til seinni, at summi orð verða skrivað við "stórum" og summi við "seinna."
Sama lagið er við A, a, a, æ, æ. Teir eita allir /ea/ og einki annað, fyrr enn vit eru komin til skriving. Tá verður tilskilað, nær vit skulu nýta undantakið "seinna."
Øll føroysk sjálvljóð hava eitt langt og eitt (annað) stutt ljóðvirði:
maðurmann
nærnæstan
setasetti
toratordio.s.fr.

Og øll sjálvljóð verða nevnd eftir tí langa ljóðvirðinum - eisini á donskum (eftir tí danska ljóðvirðinum).
Ber til at stava seg ígjøgnum orðið "næst," siga /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/ og lesa /nast/, so ber eisini til at stava "næstan" sum /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/ - /ea/- /en:/ og lesa /nastan/. Og tað er hópur av børnum, sum soleiðis hava lært at lesa - betur enn tey, ið vevja í bókstavaheitunum /ea/ (fyri bókstavin æ) og /a/ (fyri bókstavin a).
Hugsa tær til, at vit gjørdu tað øvuta og stavaðu danskt á føroyskum: /hoa/ - /u/ - /en:/ - "hun," /be/ - /el:/ - /e/ - /ve/ - "blev," /en:/ - /ea/ - /es:/ - /te/- /e/ - /en:/ - "næsten," /es:/ - /i/ - /g/ - "syg," /ea/ - /ef:/ - "af," /de/ - /e/ - /te/ - "det".
Høpisleyst!
Men líka høpisleyst er tað, at stava føroyskt á donskum, bara tí at soleiðis hava vit altíð gjørt. Tað er als einki løgið í tí, at tað er lættari at stava seg ígjøgnum danskt á donskum, enn tað er at stava seg ígjøgnum føroyskt á donskum.
Hvussu føroyska rættskrivingin verður við tílíkum donskum vavstri í føroyskum, mátti ein og hvør dugað at hugsað sær. Men her gongur eisini sjón fyri søgn.