? Besta og einasta tilboðið vit hava at geva nú er, at Doris fer at virka sum ein ráðgevi, men tað er rætt, at við 15 tímum megnar hon ikki nógv, sigur Hans Eli Dahl á Sernámsdeplinum.
Hans Eli Dahl er púra samdur við Doris Hansen í, at 15 tímar til 50 børn er alt ov lítið.
? Vit hava roynt at gera alt tað, vit kunnu. Og vit hava roynt at fáa so frægt av fígging fyri at kunna seta ein talulærara afturat, men hetta letur seg ikki gera. Tað liggja nógv tilmæli frá okkum uppi í Mentamálaráðnum, men málið kemur ikki víðari, greiðir Hans Eli Dahl frá.
Á Mentamálaráðnum verður boðað frá, at arbeitt verður við batum, men trupulleikin er so mikið gamal nú, at Sernámsdepilin, setur seg ikki vera føran fyri at nøkta henda ovurhondsstóra tørvin við so lítlum ressursum.
Tí verður ongin talulærari til smábørnini fyrr enn ein loysn er funnin, og sigur Hans Eli Dahl, at hetta er tað einasta Sernámsdepilin kann gera í løtuni.










