Støðan er nógv verri enn politikarar vita av

Hilbert Elisson heldur, at tað er neyðugt, at politikarar leggja á annan bógv, tá ið teir játtað Landsverki pengar

– Fleiri arbeiði hjá Landsverki átti at verðið útveitt til privat at gjørt. Tað heldur Hilbert Elisson. Sum hevur sæti á Løgtingi í løtuni fyri Javnaðarflokkin nú Helen Dam á Neystabø er sjúkrameldað.

 

Nú Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár, vísir hann at tann ovurstóra tørvin, Landsverk hevur á fígging til at halda vegir, tunlar og bygningar fyri.

 

Landsverk hevur ferð eftir ferð víst á, at støðan versnar alsamt, tí ongir pengar eru at halda nakað fyri. Men Hilbert Elisson, sum eisini er byggifrøðingur, sigur, at summastaðni er støðan so ring, at í ávísum førum hevði tað einasta rætta bara verið at tikið bygningar niður. Í øllum førum er tað rættiliga dýrt at gera ábøtur á bygningar og vegir, sum eru slopnir at forfella.

 

Hann heldur, at støðan er nógva ferðir verri enn politikarar yvirhøvur geva sær far um. Hann vísir á, at fyri 15 árum síðani fekk Landsverk 30 milliónir at asfaltera fyri um árið, men nú fær stovnurin minni enn 10 milliónir at asfaltera fyri um árið, hóast vegalongdin, sum skal asfalterast, er nógvar kilometrar longri nú, enn hon var tá.

 

Hann sigur, at tað er bara at hyggja eftir fleiri almennum bygningum, og eftir teimum almennu vegunum. Eitt dømi um vegir, sum forfella, er vegastrekkið ímillum Kollafjørð og Hósvík, sum hevur ligið órøkt og óasfalterað í minst fimm ár. Hann vísir eisini á, at summir av tunlunum eru ongantíð gjørdir lidnir. Eitt nú eru tunlarnir í Kalsoy ongantíð gjørdir lidnir, hóast teir er gamlir nú.

 

Hilbert Elisson, sum eisini hevur arbeitt hjá Landsverki, heldur, at ein loysn kundi verið at fleiri av hesum arbeiðunum vórðu boðin út til privat at gera. Hann veit eisini, at hjá privatum fyritøkum er tað áhugi fyri at fáa gera slík arbeiði fyri Landsverk. Hann veit eisini, at Landsverk ger nakað burtur úr at veita arbeiði út til privat at gera.

 

Men hann heldur, at hesin leisturin, at útveita arbeiði, til privat at gera, er ongantíð royndur av álvara, og tað heldur hann, at vit eiga at gera. Hann sigur, at tað kann henda, at tað fer at vísa seg, at meiri fæst fyri pengarnar við at lata privatar fyritøkur gera ávís arbeiði.

 

Men hann heldur eisini, at skal nøkur meining vera í tí, verður neyðugt at miðsavna játtanina hjá Landsverk, so at ávís arbeiði kunnu gerast liðug.

 

Sum støðan er nú, verður játtanin til Landsverk petta sundur, og spjadd um alt landið, so at í roynd og veru, kemur alt ov lítið burtur úr. Hann nevnir sum dømi, at á fíggjarlógini fyri næsta ár, er ein millión játtað til at gera Oyndagjarðarvegin fyri.

 

– Hvønn mun ger ein játtan upp á eina millión til ein veg, sum kanska er einar 10 kilometrar langur, spyr Hilbert Elisson.

 

Tí heldur hann, at játtanin eigur at verða miðsavnað, so at arbeiðið kunnu gerast liðug, so at farast kann til næstu uppgávuna, og gera hana lidna.