Støðan óbroytt

Støðan hjá 23 ára gamla manninum, sum var í øðrum av teimum báðum bilunum, sum rendu saman í Syðrugøtu, er óbroytt. Tað upplýsir politiið í Runavík.
Tað var seint hóskvøldið, at tveir bilar rendu frontalt saman í Syðrugøtu. Báðir bilarnir gjørdust vrak. Teir báðir dreingirnir, sum vóru í øðrum bilinum, komu illa til skaða. Annar drongurin breyt arm og bein, og hjá hinum stendur tað enn um lív, sum vit skilja á lagnum.