Øssur var ovfarin av sær sjálvum

Øssur D. Eiriksfoss skuldi taka lut í hæddarlopi sum eina roynd, nú hann alíkavæl fór á Oyggjaleikir at kappast í trístøkk. Men hann tók øll á bóli og vann bronsumerki

Øssur Debes Eiriksfoss vann sunnu­kvøldið bronsumerki í hæddarlopi á Oyggjaleikunum.
Hann hevur áður vunnið heið­urs­merki í fimleiki á Oyggja­leikum, men seinasta árið hev­ur hann vant frælsan ítrótt eis­ini. Hann hevur ser­liga lagt seg eftir trístøkk og hæddar­lopi.
– Hesar greinar kunnu saman­­líknast við fimleikin, og eg kann brúka onkrar styrkir hjá mær frá fimleikinum í hes­um greinum, sigur Øssur D. Eiriksfoss.

Stór framstig
Framstigini hjá Øssuri í trí­støkki og hæddarlopi hava ver­ið so stór, at hann varð tikin út til Oyggjaleikirnar. Ser­liga varð roknað við, at hann kundi kappast um heiðursmerki í trístøkk.
– Tá eg nú alíkavæl fór av­stað at kappast í trístøkk, hugs­aði eg, at eg kundi tað sama melda meg til hæddarlop, tí har havi eg ment meg nógv seinastu tíðina, sigur Øssur. Og framstigini vóru sanniliga at síggja. Øssur setti nýtt føroyskt met, og hann tók meti í lopi uttandura við smáum 20 sentimetrum. Hægsta lopið hjá Øssuri var 1,95 metrar. Hann royndi seg eisini við tveimum metrum, men tað lukkaðist honum ikki at gjøgnumføra hetta lopið.
Hann heldur tó, at tá ið hann hevur fingið meira venj­ing og hevur fín­puss­að tek­nikk­in, kann hann leypa yvir tveir metrar. Fríggja­dagin skal Øssur D. Eiriks­foss taka lut í kapp­ingini í trí­støkk – kapp­ingini, sum hann upp­runa­liga skuldi kapp­ast um heiðurs­merki í.