B68 hevur í dag gjørt sáttmála við Øssur Hansen, sum skal standa fyri arbeiðinum sum høvuðsungdómsvenjari‚ høvuðsvenjari, og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum.
Tað skrivar B68 á Facebook. Øssur Hansen er væl kendur í felagnum. Hann er uppvaksin í B68, har hann hevur spælt meginpartin av sínum fótboltslívi og verið venjari. Hann er í løtuni eisini ein av mennarunum hjá FSF.
Øssur Hansen og B68 hava gjørt eina tvey ára avtalu. Hann tekur við eftir Svenn Olsen.











