Øssur fegnast um, at ÍF vendi dystinum

Tað vóru tveir menn í ógvuliga ymiskum hugløgum Sportalurin fekk orðið á, aftaná dystin millum ÌF og Víking í Fuglafirði.

 

Øssur Dalbúð hjá ÍF fegnaðist um, at hann og liðfelagarnir reistust aftaná ein vánaligan fyrra hálvleik, og at tað eydnaðist at venda 0-1 til ein 2-1 sigur.

 

Atli Gregersen, verjuskansi hjá Víkingi iðraði seg um, at teir ikki hildu fast við leiðsluna í fyrra hálvleiki og øktu til 2-0 tá, so teir kundu verið farnir heimaftur til Gøtu og Leirvíkar við trimum stigum í posanum.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar Sportalurin gjørdi við Øssur Dalbúð og Atla Gregersen.