Øssur er komin fyri at verða!

Øssur Mohr aftur succes í Danmark - Kann "ikki" brúkast í Føroyum.

Øssur Mohr hevði enn eina frálíka framsýning í Galleri Sct.Gertrud. Framsýningin lat upp seinasta leygardag 19. februar kl. 13.00. Hópin av fólki høvdu leitað sær til staðið - at hygga at tí kenda og væl dámda føroyinginum Øssur Mohr.
Ímillum mongu donsku áskoðarnar vóru eisini føroyingar - m.a. M.C. Restorff. Tí var ikki so undarligt, at onkur leyg honum í oyrað: "Syng ein góðan", tá ið Stanley Samuelsen alíkavæl spældi til løtuna. M. C. lat sær siga, áðrenn hálvtaðað orð.
Løtan gjørdist tí hugnalig og fjálg við nógvum góðum myndum, tónleiki, og listarmonnum úr Fuglafirði.
Um tað var hugnin, sum gjørdi tað, ella tað var tí at tann, ið keypti var áhugaður keypari, veit eg ikki. Men tá ið dagurin var liðin, vóru 22 av 30 málningum seldir.
Enn einaferð hevur Øssur sagt hvør hann er - uttan at siga nakað!

?????????
Galleri Sct. Gertrud

Listaframsýning við Øssur Mohr verður í Galleri Sct.Gertrud
í døgunum 19. feb. til 5. mars 2005.
Á framsýningini eru 25 nýggir oljumálningar.

Galleri Sct.Gertrud
Hyskenstræde 9, 1207 København K, Tlf. 40152420
Hyskenstræde er ein síðugøta á Strøgnum