SSS

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tilvild? Lagnunnar speisemi? Guds vilji? Ella bara ein logisk avleiðing av skynsemisbrekinum hjá tjóðini?

Hvat sigur tað okkum, at føroyingar valdu sær býttasta fuglin at hava sum tjóðfugl? Tað sigur okkum alt um føroyingar og einki um tjaldrið. Kanska.

Vit hava ein tjóðfugl, eina tjóðskaparromantiska ímynd, sum rýmir hiðani undan vetrinum um summarið, og kemur aftur á hávetri, tí nú er vár í Føroyum – heldur fuglurin eftir at hava kannað álmannakkan. Har melur ikki skjótt í tjaldursheysi, um tað melur yvirhøvur.

Men føroyingar, tey, sum eru eftir her, eru so findarglað og halda røður og spæla hornmusikk í storminum og kuldanum.

Eingi orð eru søgd so ofta í Útvarpinum í vetur sum tey trý s-ini, heldur ikki makrelur, Leo ella factor.

Tey trý s-ini eru strúkur, skrið og stormur. Daglig orð, ikki bara gerandis, men eisini sunnudagar og halgidagar.

Løgið, sum tú kanst venja teg við allan tramansskap, men ikki við føroyska veðrið. Eg sigi onga ringa fyri ikki at vilja flyta aftur til Føroya, men vera har, sum veðurtíðindi ikki eru bad news. Har sum lortaveður er breaking news.

Tjøldrini angra tað, at tey komu, men noyðast líka at bíða til ungarnir eru floygdir, so rýma tey øll í síðuvindi.

Bara ein hending í síðstu viku var næstan líka so stór sum X-Factor, men bara næstan. Eitt nýtt flogfar kom, og luftbussurin brúkti bara helvtina av flogbreytini sum hon var, áðrenn hon varð longd, tá hann setti seg við øllum teimum tungu dreingjunum umborð.

Vit høvdu fingið eitt flogfar av sama slagi og nakað av eykalutum afturat fyri teir pengar, sum tað kostaði at leingja flogvøllin til onga nyttu.

Vit, skrivaði eg, tí nýggja flogfarið er sum makrelurin ogn Føroya fólks. Tað fingu vit at vita 119 ferðir handan seinnapartin, ikki bara tillukku Atlantic Airways, men tillukku allir føroyingar. Eisini øll tit, sum fara at flúgva við Norwegian, tí tað verður ókeypis.

Flogfarið kallaðist Tróndur í Gøtu, meðan tað enn var í Hamburg, tí tað fellur týskarum so lætt at siga. Flogfarið verður tó doypt Naddoddur. Ein sjampanjufløska leyp av á heimferðini.

Eg vil heldur flúgva við teimum gomlu flogførunum. Har er so deiliga heimligt umborð og ikki er so leingi at bíða eftir vogninum í stuttum flogførum.

Naddoddur var annars norðmaður uttan makrelkvotu. Hann var millum fyrstu norsku ribbaldarnar í Føroyum eftir Doodle Bugs. Og eina ferðina, Naddoddur hevði verið ein vikuskiftisballingar- og sjoppingartúr í Norra, fekk hann ikki lent í Føroyum. Hann vendi tó ikki við til Bergen, men fór til Íslands at bíða eftir líkindum, til Reyðarfjarðar. Egilsstaðir vóru ikki uppfunnir tá.

Tað er eisini sagt, men ongantíð prógvað, at hesin góði Naddoddur fann Amerika, sum eingin annar leitaði eftir.

Tað kann annars gera tað sama hjá okkum føroyingum. Hvør fann Danmark? Tað er relevant. Hvør fann Danmark?

Hví hoyrist ikki mannamál? Tí kvinnurnar tosa so hart.

Sum fótbóltsfjepparin segði, tá brotsspark varð dømt móti liði hansara, av órøttum sjálvandi, tí bólturin fór í hondina á einum spælara, sum ikki hevði fingið armarnar niður:

“Forbannað eisini, hevði hann bara havt hendurnar í lummanum var einki straffi for helviti.”

Hví hoyrist annars ikki mannamál longur? Tí kvinnurnar tosa so hart.

Nei, tað besta við seinvetrinum 2012 er 2.apríl, tí tá ber til at keypa sterkari øl í Føroyum, tax-free ódnarøl, Triple S.