Dagliga hoyra vit um, grovan harðskap, skottilburðir, rúsevnismisnýtslu o.s.fr. Vit kunnu ikki longur lata eyguni aftur fyri hesum veruleika, men royna at gera, hvat vit kunnu til tess, at hetta ikki verður so umfatandi. Revsilógin, ið varð samtykt her fyri við 52 broytingum, umfatar nógvar herðingar av revsingum, ið hava við harðskap og brotsgerðir at gera m.a. hækkar revsikarmurin fyri grovan harðskap, rúsevnissmugling, neyðtøku v.m.
At herða revsingina fyri tílíkar brotsgerðir er gott, men loysir hetta ikki allan trupulleikan, tí sum oftast er tað ein orsøk til, at fólk enda úti í einum kriminellum umhvørvi.
Fyri at fyribyrgja kriminalitet, raðfesti henda samgongan eisini at styrkja tað fyribyrgandi arbeiðið, m.a. at geva løgregluni ta neyðugu lógarheimildina í rættargangslógini, soleiðis at løgreglan kann vera ein virkin partur í SSP samstarvinum.
SSP
SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlan, sosialar myndugleikar og løgregluna. SSP samstarvið hevur ein týðandi leiklut til tess at fyribyrgja harðskap, herverk og misnýtslu millum ung. Endamálið við hesum samstarvi er, at man arbeiðir fyribyrgjandi og setur inn tíðliga, soleiðis at ung kunnu fáa leiðbeining og hjálp, áðrenn tey koma út í kriminalitet. Myndugleikarnir, ið eru umfataðir av samstarvinum skulu kunnu geva víðari upplýsingar, ið kunnu hava týdning fyri harðskap millum ung. Higartil hevur tað ikki verið heimilað løgregluni at geva víðari upplýsingar, sum tey sita inni við. Hetta er nú broytt, soleiðis at heimild er givin í rættargangslógini grein 115 b. Løgreglan kann nú vera ein virkin partur í SSP samstarvinum og geva týðandi upplýsingar víðari til skúla og sosialar myndugleikar um ung, ið vísa seg at hava harðliga atferð og harðligan atburð. Upplýsingar, ið kunnu gevast víðari skulu vera liður í einum fyribyrgjandi samstarvi millum myndugleikar og ikki upplýsingar, ið hava til endamáls at eftirkanna revsimál.
Vit skulu á øllum økjum hjálpa ungum, ið vísa seg at hava álvarligar trupulleikar og hava harðligan atburð. Orsøkirnar til hendan harðskap kunnu vera nógvar t.e. umsorgarnarsvikt, drukkin foreldur, happing o.a. Hesi ungu skulu ikki sleppast upp á fjall, men fáa ta hjálp teimum hava fyri neyðini soleiðis at tey ikki enda í einum kriminellum umhvørvi.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum/lógarmálum