SS-yvirmenn í rættinum

Hóast meiri enn 60 ár eru liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði, kunnu gamlir SS-menn framvegis ikki kenna seg tryggar.

Tað máttu fýra teirra sanna, tá teir mikudagin møttu í einum rætti í Italia, ákærdir fyri brotsverk undir heimsbardaganum. Tann 82 ára gamli Helmut Wulf, 81 ára gamli Gunther Finster, 80 ára gamli Franz Stockinger og 84 ára gamli Albert Peiperschenider eru ákærdir fyri at hava beint fyri fleiri hundrað italiumonnum í bygdini Marzabotto tann 29. og 30. september í 1944. Umleið 800 menn, kvinnur og børn vórðu fyribeind, tá týski herurin við hjálp frá SS skuldi hevna eitt álop, sum italska mótstøðurørslan hevði gjørt á týska herin.

Rættarmálið umfatar eisini 17 aðrar fyrrverandi SS-yvirmenn, og tann parturin av málinum byrjar ætlandi um nakrar vikur, skrivar DPA.