Ísraelstoymið: Gud leiddi okkum

Ísralestoymið hjá Heimamissiónini er komið aftur úr Ísrael, har ið tey hava verið á missiónsferð. Tey komu at uppliva kríggið tætt at lívinum, men kortini valdu tey at verða verandi. Hesi ungmenni hava nógv at greiða frá eftir teirra upplivingar. Sosialurin hevur prátað við tveir av bólkaleiðarunum.

Ísraelstoymið hjá Heimamissónini er júst komið heim aftur úr Ísrael. Við í toyminum vóru 16 ung fólk, sum fóru til Ísraels á missiónsferð. Tey fóru til Ísraels tann 10. juli og komu aftur til klettarnar tann 4. august.

Heimamissiónin hevur síðstu árini sent fleiri og fleiri toymi út um summarið, m.a. til barnaarbeiði í Ukraina og at bera Bíbliur til Kina. Í fjør sendi Heimamissiónin eitt toymi til Ísrael, sum skuldi royna seg við ítróttarmissión. Tá var tað í gjøgnum ein felagsskap, sum kallast Athletes In Action.

Í ár valdi Heimamissiónin at skipa fyri enn einum túri, men hesaferð skipaðu tey sjálvi fyri øllum. Tey fingu samband við eina meinigheit í býnum Isyfya, sum liggur á Karmel fjallinum, har ið tey búðu og skipaðu fyri legum fyri børnum.

Kríggið kom sum ein hvøkkur
Hesi ungu føroyingarnir høvdu neyvan væntað at endað mitt í einum kríggi, tá ið tey komu til Ísraels, men tað var akkurát tað, sum hendi. Dagin eftir, at tey vóru komin til Ísraels, brast kríggj á.

Johannus Mikkelsen av Skála var ein av ferðaleiðarunum á ferðini. Hann greiður frá, at kríggið kom sum ein hvøkkur hjá teimum flestu. Í fyrstani vóru øll álopini tó ikki so nær, men eftir nakrar dagar, hoyrdu tey bumbubrestirnar og sóu roykin. Hann greiðir soleiðis frá teirra upplivingum í Ísrael:

- Tað kann ikki lýsast, hvussu tað er at vera í einum krígsraktum landi. Tú verður sjálvandi kløkkur. Tó haldi eg, at tað sá ógvusligari út í fjølmiðlunum. Vit skuldu í bumbuskýlir, tá ið alarmarnir í Haifa fóru frá. Í fyrstani var tað nokkso ræðandi, men sum leið hugsaði tú ikki um tað. Vit sungu og høvdu bønarløtur í bumbuskýlinum.

- Vit fóru sjálvandi at kanna møguleikarnar um at koma heim í úrtíð. Vit spurdu tryggingina og uttanríkismálaráðið í Danmark um møguleikan. Sum bólkaleiðari mást tú hugsa um trygdina hjá luttakarunum og um familjuna heima, sigur Johannus.

- Men vit vóru komin niður fyri at missiónera, so vit føldu ikki, at vit vóru slept upp á fjall. Ígjøgnum alt kendu vit Guds leiðslu, og tað hjálpti okkum at halda fram.

Flýggjaðu ikki
Tryggingin vildi ikki gjalda fyri heimferðina, og so var tað upp á tal, at toymið skuldi fara longur suður í landið, har ið tað var friðarligt, men tey valdu heldur at vera verandi í Isyfya.

- Allir luttakararnir fingu ein spurnarlepa, har tey skuldu taka støðu til, hvat vit skuldu gera. Øll vildu fegin verða verandi í býnum, og tí valdu vit tað. Tey lokalu dugdu ikki at skilja, hví vit ikki flýggjaðu, men vit kendu eitt kall.

- Vit komu niður fyri at missionera, og vit fingu gjørt tað, sum vit høvdu ætlað okkum. Vit máttu sjálvandi tillaga okkum eitt sindur eftir teimum broyttu umstøðunum, men tað var eisini ein møguleiki hjá okkum at koma tættari innat teimum lokalu, sigur Johannus.

Leid av Gudi
Luttakararnir kendu, at Gud vardi tey, meðan tey vóru í Isyfya. Tey greiða eisini frá ítøkiligum dømum, sum gav teimum árræði at halda fram.

- Ein dagin bóðu vit um, at allar rakettirnar skuldu raka opnar markir, og dagin eftir vóru 20 rakettir sendar avstað, sum allar raktu opnar markir, sigur Johannus.

Ragnhard Petersen úr Fuglafirði var høvuðsleiðari á túrinum. Hann greiður frá, hvussu tey komu í samband við meinigheitina í Isyfya:

- Bara tað, at vit vóru í Isyfya, er eisini Guds leiðsla, trúgva vit. Vit ætlaðu okkum at fara til Haifa, sum er tann mest utsetti býurin fyri rakettálopum, men vit fingu einki samstarv í lag við nakra samkomu. Vit royndu í fleiri mánaðir, men einki eydnaðist, og vit væntaðu, at túrurin fór at verða avlýstur. So kom hendan samkoman í Isyfya knappliga og bjóðaði okkum at koma til teirra.

- Um vit vóru í Haifa, hevði vandin verið størri. Vit høvdu heldur ikki fingið gjørt okkara arbeiði, tí at fólk vóru í bumbuskýlum mestsum allan dag. Haifa var sum ein spøkilsisbýur. Tí hevði túrurin helst verið fullkomiliga miseydnaður, um vit fóru til Haifa. Vit síggja nú, at tað var ein ætlan við okkara miseydnaðu royndum við samkomunum í Haifa, sigur Ragnhard.

Heimafturkomin eru tey øll glað fyri túrin. Tey eru sjálvandi takksom um at vera komin heilskapaði aftur, men tey virka als ikki at vera skakað av hendingunum.

- Vit eru glað fyri, at vit kundu vera við til at spreiða gleði og vón í Ísrael. Vit eru sanniliga vorðin eitt upplivilsi ríkari, sigur Johannus.

Ísraelstoymið samlaðist aftur í gjár, har ið tey fingu møguleika at tosa saman um hendingarnar. Hesir sólbrúnu føroyingarnir eru vorðnir væl samansjóðaðir eftir spennandi túrin. Nú bíðar gerandisdagurin í Føroyum aftur við skúla, arbeiði og null kríggj.