Ísraelsmenn og palestinar taka undir við óalmennu friðaravtaluni

Ein meiriluti av ísraelsmonnum og palestinum taka undir við friðaravtaluni, sum ísraelskir og palestinskir embætismenn hava gjørt, men sum myndugleikar teirra ikki vilja góðtaka.

Ísraelska stjórnin er í øðini, tí amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, hevur játtað at tosa við menninar, sum hava gjørt ta óalmennu friðaravtaluna, og sum eftir teirra tykki kann loysa kreppuna í Miðeystri. Í Ramallah sigur Yasser Arafat, at avtalan kann ikki brúkast, so hesaferð eru tær báðar leiðslurnar samdar.

Men samstundis vísir ein meiningakanning, at tann vanligi ísraelsmaðurin og tann vanligi palestinin taka undir við avtaluni. Av teimum spurdu ísraelsmonnunum svaraðu 53,3 prosent, at avtalan er í lagi, og tað sama søgdu 55,6 prosent av teimum spurdu palestinunum, skrivar Reuters.

Munurin á teirri óalmennu friðaravtaluni og øðrum uppskotum er, at tann nýggja er munandi meiri nágreinilig enn hinar, og hon tekur støðu til spurningar, sum hini uppskotini ikki taka støðu til.

Millum annað sigur avtalan, at Jerusalem skal býtast í tvey, so býurin verður ísraelskur og palestinskur høvuðsstaður. Markið millum Ísrael og tað palestinska ríkið skal vera markið undan seksdagskrígnum í 1967. Ísrael sleppur at varðveita sínar búsetingar við Jerusalem, og afturfyri skulu palestinar hava eitt tilsvarandi øki í Negev-oyðimørkini. Palestinsk flóttafólk sleppa ikki heimaftur til tað, sum nú er Ísrael. Nøkur sleppa tó, og hini skulu hava endurgjald.