Ísraelskur heryvirmaður gjøgnumgataði deyða palestinska smágentu

Tann 13 ára gamla Iman el Hamas doyði, tá ísraelskir hermenn skutu hana. Men tað var ikki nóg mikið, helt yvirmaður teirra

Ísraelska herleiðslan er farin undir at kanna ein tilburð, tá ein 13 ára gomul palestinsk genta doyði av kúlum frá ísraelskum hermonnum.
Málið er komið fram, tí fleiri menn í ísraelsku herdeildini hava skuldsett ovasta teirra fyri at hava skotið gentuna fleiri ferðir, eftir at hon var deyð av kúlum frá øðrum hermonnum. Hermenninir, sum sóu tilburðin, krevja, at yvirmaðurin verður revsaður, og teir sýta fyri at gera tænastu í deildini, verður yvirmaðurin ikki koyrdur frá.
Tann 13 ára gamla Iman el Hamas var á veg í skúla ein dagin í síðstu viku. Tá hon fór fram við einari ís-raelskari vaktarstøð, skutu hermenninir hana. Lítla løtu seinni fór yvirmaðurin yvir til líkið av gentuni og skjeyt hana fleiri ferðir afturat. Læknarnir, sum kannaðu líkið, funnu meiri enn 20 kúlur, skrivar Reuter.
? Tá vit fingu eyga á gentuna, var hon einar 70 metrar frá okkum. Tá hon fór at renna, skutu nakrir av hermonnunum eftir henni. Hon doyði beinanvegin. Yvirmaður okkara fór yvir hagar, líkið lá, og sjálvt um fleiri okkara mótmæltu, skjeyt hann hana fleiri ferðir afturat. Hann hevur vanærað umdømi okkara, og vit vilja ikki gera tænastu undir honum longur, sigur ein av hermonnunum sambært blaðnum The Guardian.
Ísraelska herleiðslan hevur kunngjørt, at málið vrður kannað, men herleiðslan sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um yvirmaðurin verður ákærdur.