Ísraelski kokkurin funnið seg til rættis í Føroyum

(Rás2 - Home and Away) Hoyr ensktmæltu sendingina, har Uri Borentzvige úr Ísrael var gestur hjá Stellu Zachariassen

Fyrrapartin var enn ein ensktmælt "Home and Away" sending á Rás2.

 

Hesaferð var Uri Borentzvige úr Ísrael gestur hjá Stellu Zachariassen. Uri Borentzvige hevur verið kokkur á bæði Hotel Hafnia og á Hotel Føroyum, og hann hevur funnið seg væl til rættis í Føroyum sum kokkur. 

 

Uri Borentzvige kom til Føroya fyrstu ferð í 1994, og var her til 1996. Hann og føroyska unnustan, Tórun búðu í Ísrael millum 1996 og 1998, og í 1998 fluttu tey heimaftur til Føroya. 

 

Heima við hús verður tosað bæði hebraiiskt, føroyskt og enskt. Uri skilur og tosar føroyskt, men hann viðgongur, at honum dámar betur at svara aftur á enskum.

 

Eitt sum Uri Borentzvige saknar frá gamla heimlandinum, Ísrael er ein siður sum var meiri vanligur í Føroyum í farnum øldum, at fólk koma spontant á vitjan. Hann sigur seg ikki hava upplivað tað so nógv í Føroyum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Home and Away", har Uri Borentzvige úr Ísrael var gestur.