Tann nýggja bygdin, sum Ísrael ætlar at byggja, skal binda jødisku niðursetubygdina Maaleh Adumim saman við tann arabiska partin av Jerusalem. Sambært blaðnum Yedioth Ahronoth er byggingin liður í avgerðini hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra at staðfesta, at Jerusalem verður ikki býttur sundur.
Sum eitt plástur á sárið hevur ísraelska stjórnin gjørt av at gera tveir nýggjar vegir ímillum tann arabiska partin av Jerusalem og palestinsku býirnar Ramallah og Betlehem, men tað góðtaka palestinar ikki.
? Ætlanin hjá ísraelsku stjórnini gevur okkum eina uppfatan av, at ísraelsmenn ætla at lata okkum fáa Gaza-geiran aftur, men at teir skulu hava eitt størri Ísrael afturfyri, segði palestinski ráðharrin Ghassan al-Khatib við Reuters í gjár. Hann legði afturat, at Ísrael má átaka sær ábyrgdina av avleiðingunum, sum kunnu standast av, at landið støðugt brýtur friðarætlanina hjá ST, ES, USA og Russlandi.
Í síðstu viku lótu ísraelsmenn palestinar fáa eftirlitið við býnum Jeriko, og í gjár skuldu teir eisini fáa eftirlitið við Tulkarm. Tað hevur verið rættiliga friðarligt í teimum hersettu økjunum, síðani palestinar valdu Mahmoud Abbas til forseta tann 9. januar, men í gjár ávaraðu palestinskar keldur um, at ísraelska ætlanin um at byggja eina bygd við Jerusalem kann hótta friðin og friðartilgongdina, skrivar Reuters.