Ísraelski forsætisráðharrin ætlar sær eftir øllum at døma ikki at samráðast við palestinska forsætisráðharran, Ahmed Korei, og hann hevur eftir øllum at døma eisini slept friðarætlanini, saum ST, ES, USA og Russland hava gjørt.
Í hvussu er hevur Ariel Sharon nú lovað ísraelsmonnum, at halda palestinararnir ikki treytirnar í hesi somu friðarætlanini, fer Ísrael at slíta alt samband og alt samskifti við palestinararnar. Tað segði hann hóskvøldið. Tann sonevndi trygdarmúrurin verður gjørdur liðugur, og ísraelski herurin skal halda palestinum uttanfyri. Um tær jødisku niðursetubygdirnar í teimum palestinsku økjunum segði Sharon, at nakrar teirra verða tiknar niður og fluttar inn um markið.
Hesin seinasti parturin av ætlanini hjá Sharon hevur fingið harða mótstøðu í Ísrael. Politikarar á høgravonginum eru í øðini, og nakrir ráðharrar, teirra millum uttanríkisráðharrin Silvan Shalom og fíggjarmálaráðharrin Benyamin Netanyahu hava mótmælt alment.
Hugskotið hjá Sharon fellur heldur ikki í góða jørð í USA. Stjórnin í Washington ávaraði longu hóskvøldið Ísrael ímóti at taka nakað einvegis stig og mælti Sharon til at tosa við palestinska forsætisráðharran um, hvussu farast skal fram.
Sjálvur sigur Ahmed Korei, at vil Sharon samráðast, kann friður fáast í lag skjótari, enn fólk munnu ímynda sær.