Ísrael ætlaði at selja Suðurafrika kjarnorkuvápn

Suðurafrikonsk skjøl, sum bretska blaðið Guardian hevur fingið fatur á, prógva, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn, og at landið royndi at fáa tað hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika at keypa kjarnorkuløðingar.

Sambært Guardian er hetta tað fyrsta skjalprógvið, sum staðfestir, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn. Ísrael hevur í mong ár havt tann politikk, at landið vil hvørki vátta ella avsanna, at tað hevur kjarnorkuvápn.

Skjølini, sum Guardian endurgevur í blaðnum í dag, snúgva seg um ein fund í 1975 millum týðandi embætismenn úr báðum londunum. Har sæst, at táverandi suðurafrikanski forsætisráðharin, P. W. Botha, spurdi, um Suðurafrika kundi keypa kjarnorkuspreingiløðingar. Svarið, sum kom frá táverandi ísraelska uttanríkisráðharranum, Shimon Peres, var, at Ísrael kundi bjóða Suðurafrika kjarnorkuløðingar ?í trimum støddum?.

Í dag er Shimon Peres ísraelskur forseti. Talskvinna hansara sigur, at einki hald er tí, sum Guardian skrivar.