Týðandi ísraelskir embætismenn hava havt fund við amerikanskar herovastar um ta iransku kjarnorkuverkætlanina. Einki verður sagt um sjálvar samráðingarnar, men ísraelskir fjølmiðlar vilja vera við, at amerikanararnir løgdu áherslu á, at eftir teirra tykki eigur Ísrael ikki at søkja at málum í Iran fyri at steðga landsins kjarnorkuútbygging.
Ísraelskar keldur hava fyrr sagt, at ísraelska stjórnin hevur viðgjørt spurningin um at bumba mál í Iran, um iranska stýrið ikki við slaka í stríðnum um kjarnorkuna.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, segði aftan á ein fund við týska starvsbróður sín, Guido Westerwelle, fríggjadagin, at Iran eigur nú at gera av, um landið skal koma aftur til samráðingarborðið, ella um tað verður avbyrgt frá umheiminum.