Ballaður inn í tað palestinska flaggið varð Abdel Aziz Rantissi jarðaður í Gaza sunnudagin, eftir at ein rakett frá einari ísraelskari tyrlu gjørdi av við hann, son hansara og ein lívverja leygarkvøldið.
Rantissi varð jarðaður undir liðini hjá undanmanni sínum í Hamas-leiðarastarvinum, Ahmed Yassin, sum ísraelski herurin beindi fyri í síðsta mánað. Undir jarðarferðini varð ein bandupptøka við Rantissi spæld:
- Hamas fer ikki at doyggja, sama hvussu nógvar av leiðarum okkara Ísrael beinir fyri, segði Rantissi á bandinum, sum varð upptikið í síðstu viku.
Næstan 200.000 fólk fylgdu Rantissi til gravar, og mannamúgvan kravdi, at morðið verður hevnt. Ikki bara Ísrael stóð fyri skotum, men eisini USA.
- Bush og hansara umsiting eru drápsmenninir, tí teir góðkendu morðið, tá Sharon herfyri var í Washington, segði ein av Hamas-leiðarunum í einari røðu aftan á jarðarferðina.
Halda fram
Meðan palestinar syrgdu Rantissi, rósti ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, flogvápninum fyri væl útint arbeiði, og hann gjørdi greitt, at Ísrael fer at halda fram at beina fyri teimum, sum gera seg inn á ísraelska fólkið.
- Vit fara ongantíð at lata drápsmenn gera fólki okkara ilt. Teir, sum váða sær at gera tað, verða bardir niður, segði Sharon í einari røðu uttan fyri Holocaust-miðstøðina í Jerusalem.
Ein ísraelskur herovasti segði sunnudagin, at ein av Hamas-leiðarunum fjalir seg í Damaskus í Sýrialandi, men at hann skal ikki kenna seg tryggan.
- Fáa vit at vita, júst hvar hann er, fara vit eftir honum. At hann fjalir seg í sýriska høvuðsstaðnum, hevur minni týdning, segði herovastin.
Fleiri lond hava fordømt avgerðina at beina fyri Rantissi, og tað sama gjørdu ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, og Jóhannes Páll pávi. USA hevur hinvegin ikki forfømt morðið.
- Ísrael hevur rætt til at verja seg, men vit hava fleiri ferðir sagt, at Ísrael má hugsa seg væl um, áðrenn tað tekur slík stig, segði ráðgevin hjá Bush, forseta, Condoleezza Rice, sunnukvøldið. Hon avsannaði, at Bush hevði góðkent avgerðina at beina fyri Hamas-leiðaranum.
Givið úrslit
Í Ísrael er tað vanlig uppfatan, at avgerðirnar at beina fyri Hamas-leiðarun-um hava givið úrslit. Ísraelskir eygleiðarar vísa á, at tá Ahmed Yassin varð myrdur, hótti Hamas við ógvusligum atsóknum at Ísrael, men at felagsskap-urin hevur ikki verið førur fyri at fremja hóttanina í verki.
- Tað er vorðið langt ímillum orð og gerðir hjá teimum víðgongdu palestinsku bólkunum, og tað er vert at leggja til merkis, at vit hava ikki sæð eina einastu bumbuspreinging, síðani Yassin varð myrdur, sigur Gerald Steinberg, sum er professari á verjustovninum í Tel Aviv.
Summir eygleiðarar halda, at Ísrael fekk hjálp frá palestinskum svíkjarum til at beina fyri Rantissi, og at Hamas nú leggur størri dent á at finna svíkjararnar heldur enn at søkja at ísraelskum málum.