Ísrael letur palestinskar fangar leysar

Umleið 250 palestinskir fangar sluppu í morgun úr ísraelskum fongslum. Tað var Ehud Olmert, forsætisráðharri, sum gav boð um at lata fangarnar leysar, og hann hevur sostatt hildið lyftið, sum hann gav palestinska forsetanum, Mahmoud Abbas, herfyri.

Ísraelskir fjølmiðlar siga, at teir fyrstu fangarnir sluppu úr Metziot-fongslinum har suðuri í landinum klokkan sjey í morgun.

Sambært fongsulsmyndugleikunum skulu 256 fangar latast leysir. Teirra millum eru seks kvinnur.