Ísrael gevur Iran skyldina

Ísraelska stjórnin leggur Iran undir at hava skipað fyri yvirgangsatsóknini, tá ein bumba drap sjey ísraelsk ferðafólk í bulgarska býnum Burgas í gjár, og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur sagt, at Ísrael fer at svarað álopinum.

Í USA eru myndugleikarnir eisini sannførdir um, at Iran hevði eitt ella annað tilknýti til atsóknina. Fyrrverandi amerikanski ST-sendiharrin John Bolton segði við ísraelska blaðið Haaretz í gjárkvøldið, at Ísrael er uttan iva til reiðar at leypa á mál í Iran.

Ísraelskir fjølmiðlar hava samantvinnað álopið í gjár við eitt annað álop sama dag fyri 18 árum síðani. Tann 18. juli var ein yvirgangsatsókn at tí jødiska samfelagnum í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires. 85 fólk lótu lív.

Atsóknin í Burgas í gjár kravdi sjey mannalív, og 32 fólk vórðu flutt á sjúkrahús.