Ísrael fekk tilboð um Eysturjerusalem

Arabiska sjómvarpið Al-Jazeera og bretska blaðið The Guardian almannakunngjørdu í gjárkvøldið skjøl frá friðarsamráðingunum í Miðeystri. Sum skilst hava miðlarnir fingið fatur á umleið 600 skjølum, sum hava verið loynilig higartil, og sum hava ymsar upplýsingar frá friðartilgongdini tey seinastu 20 árini.

Tað skjalið, sum hevur vakt serliga stóran ans, er frá samráðingum í 2008 millum ísraelsk og palestinsk umboð og táverandi amerikanska uttanríkisráðharran, Condolezza Rice.

Í skjalinum sæst, at palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, var sinnaður at slaka nógv fyri at fáa eina semju við ísraelsmenn. Tí var hann til reiðar at lata Ísrael innlima allar tær jødisku búsetingarnar í Eysturjerusalem við undantak av býarpartinum Har Homa.

Men táverandi ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, tók ikki av. Hon vildi eisini hava Har Homa umframt tvær búsetingar aðrastaðni.

Saeb Erekat er ikki fegin um tað, sum er komið fram, men hann sigur, at skjølini eru hálvir sannleikar.