Teir tríggir formenninir í andstøðuflokkunum vilja nú hava at vita frá løgmanni um samgongan er sinnað at hækka játtanina til eldraøkið.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hava nú seinnapartin sent Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni ein almennan fyrispurning, um samgongan er sinnað at játta meiri pening til eldraøkið.
Teir tríggir floksformenninir siga, at fáa teir játtandi svar, eru teir sinnaðir at taka stig til at kalla Løgtingið saman alt fyri eitt at viðgerða spurningin.
- Tað nú stendur øllum greitt, at tann bráðfeingis játtanin, sum varð samtykt beint áðrenn tingið fór til hús, ikki loysti átrokandi trupulleikarnar ella tær sparingar, sum raka meint á eldraøkinum, siga teir tríggir floksformenninir.
Samgongan játtaði 4,1 millión afturat til eldraøkið, men tað varð upplýst, at tað var neyðugt at játta 6,2 millionir afturat í ár fyri at sleppa undan sparingunum.
Sostatt manglar 2,1 milliónir í og tað mælti andstøðan til at játta, men tað feldi samgongan.
Síðani hevur andstøðan kanna møguleikan at kalla tingið saman í summarfrítíðini at viðgera spurningin av nýggjum.
Men formenninir í andstøðuflokkunum eru samdir um, at skal tað hava nakað endamál at fáa tingið saman, má fyrst staðfestast, um samgongan hevur broytt hugsan, eftir at avleiðingarnar av støðuni eru komnar undan kavi.
- Ein vón má vera um, at samgongan, ella partar av henni, kunnu taka undir við eini eykajáttan, siga teir tríggir floksformenninir.
Tí spyrja teir nú alment løgmann um samgongan er til reiðar at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuflokkunum um eykajáttan til eldraøkið.
Teir spyrja eisini, um Kaj Leo Johannesen hevði góðtikið, at samgongutingfólk atkvøða eftir egni sannføring í einum slíkum máli.
Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, og Poul Michelsen vilja eisini hava at vita um løgmaður er sinnaður at taka stig til at útvega eina eykajáttan til eldraøkið við fíggjarnevndarskjali, sum er ein munandi skjótari háttur at avgreiða eina bráðfeingis játtan.