Umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu kannar framvegis ymisk viðurskifti hjá Levi Mørk, sum til fyri stuttum var stjóri í kommunala frítíðarskúlanum í Hoyvík – eisini nevndur Klubb 188.
Næstsíðsta sunnudag kundi tíðindaportalurin in.fo avdúka málið, og dagin eftir var fíggjarnevndin í Tórshavnar kommunu í skundi boðsend á fund fyri at umrøða viðurskiftini.
Eftir fundin fekk almenningurin at vita, at ein frágreiðing um málið fór at vera liðug í seinasta lagi fríggjadagin í somu viku. Men nú ein vika er liðin, er framvegis eingin frágreiðing liðug.
Tað hevur fingið verjan hjá Levi Mørk, advokatin Christian Andreasen, upp úr stólinum, og hann spyr, hvar rættartrygdin er blivin av, tá ein persónur fyrst verður hongdur út alment, men síðani hendir ikki meira.
Hoyr samrøðu við Christian Andreasen við at trýsta á pílin undir myndini.










