Tað er Liljan Weihe, løgtingskvinna og valevni Tjóðveldis til býráðsvalið í Havn, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen ein grein 52a fyrispurning um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi. Hon spyr soleiðis:
1. Eru kommunal frítíðartilboð fevnd av dagstovnalógini?
2. Hevur landið (Almannaverkið) ella kommunan ábyrgdina av at veita børnum í 3. flokki, sum hava serligan tørv, frítíðartilboð eftir skúlatíð?
3. Hvussu skal eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, vera skipað í mun til hølisviðurskifti og námsfrøði?
4. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at børn og foreldur veruliga fáa ta tænastu, sum tey hava rætt til og tørv á?
Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Liljan Weihe, at børn við serligum tørvi í Tórshavnar kommunu og foreldur teirra verða slept upp á fjall, tá børnini koma í 3. flokk. – Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki síðani 2014 – í 10 ár.
– Í 1. og 2. flokki hava børnini, sum eru knýtt at serskúlatilboðum, eisini eitt serligt frítíðartilboð, sum er knýtt at serskúlatilboðnum. Hetta er frítíðartilboð, sum tekur neyðugu atlitini til serliga tørvin hjá børnunum. Serskúlatilboðið heldur fram í 3. flokki, men tá steðgar skipanin við serliga frítíðartilboðnum, sigur hon.
Hon vísir á, at í § 5, stk. 1 í dagstovnalógini stendur, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi og víðari stendur í stk. 2, at børnum við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
– Rætturin til frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, verður javnan umrøddur í miðlunum. Hesi børn detta niður ímillum tveir myndugleikar – kommununa og landið/Almannaverkið. Tí er neyðugt at fáa staðfest, hvør hevur ábyrgdina av, at hesi børn fáa nøktandi frítíðartilboð í 3. flokki, sigur Liljan Weihe.
– Tað hevur stórar avleiðingar fyri bæði børn og foreldur, at frítíðartilboð til børn við serligum tørvi í 3. flokki ikki er skipað – men tvørturímóti hevur hingið í leysum lofti síðani 2014, sigur hon.