Á fíggjarlógini fyri seinasta ár var ein serlig játtan latin til at stytta bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum. Nú vil Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna og forkvinna í Løgtingsins fíggjarnevnd hava at vita, hvussu hetta hevur ávirkað bíðilistarnar.
Tí hevur hon sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hon spyr soleiðis:
1. Við hvussu nógvum persónum eru bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum styttir við serstøku játtanini, sum varð latin til endamálið á fíggjarlógini fyri 2024?
2. Á hvørjum serøkjum eru bíðilistarnir serliga styttir, og hvussu hevur játtanin ávirkað bíðitíðina á hesum serøkjum?
Í viðmerking til fyrispurning vísir Eyðgunn Samuelsen á, at bíðitíðirnar at sleppa til viðgerð á sjúkrahúsunum eru drúgvar á fleiri økjum. Hóast gongdin í Sjúkrahúsverkinum seinnu árini hevur verið góð, og vit hava fingið fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, so eru framvegis serøki, har tørvurin er størri enn starvsfólkatilfeingið.
– Tí hava vit bíðilistar. Eru bíðilistarnir langir, hevur tað ávirkan á, hvussu leingi fólk bíða til at sleppa í viðgerð, sigur hon.
– Í samráð við táverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum setti Fíggjarnevndin 4,3 mió. kr. av á fíggjarlógini fyri 2024 til eina serstaka upphædd fyri at fáa bíðilistarnar niður á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum. Talan var um eina játtan, sum var markað til endamálið. Tað vóru sjúkrahúsini í felag, sum skuldu skipa fyri og leggja til rættis soleiðis, at bíðilistarnir vórðu styttir mest møguligt við serstøku játtanini.
– Sjúkrahúsverkið boðaði í vetur frá, at tá vóru bíðilistarnir styttir við sløkum 600 persónum, og eftir ætlan fóru bíðilistarnir at verða styttir við tilsamans 1.100 persónum við ársenda í 2024. Enn eru tó eingi endalig tøl almannakunngjørd. Fyri at fáa greiðu á hvussu og í hvønn mun átakið eydnaðist, verða hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.