Á tingfundi í dag spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins, Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, um avleiðingarnar av, at játtanin til dagtilhaldini er skerd Løgtingsmaðurin fer at spyrja landsstýriskvinnuna, hvussu nógv dagtilhald fyri pensjónistar eru latin aftur í 2009, og hvussu nógvir pensjónistar í ár hava mist møguleikan at vitja dagtilhaldini?
Helgi Abrahamsen vísir í sínum viðmerkingum á, at tá løgtingsfíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar fyri einum ári síðan, varð nógv gjørt burtur úr, at játtanin til dagtilhaldini varð skerd.
Hann sigur, at fleiri almennir fundir vóru, har ljós varð varpað á týdningin av at hava dagtilhald kring landið, og eisini í fjølmiðlunum varð fokus sett á ætlaðu sparingina, sum varð skírd at vera eitt ógvusligt inntriv í trivnaðin og gerandisdagin hjá teimum eldru.
Nú eitt ár er farið, heldur løgtingsmaður Sambandsfloksins, at áhugavert hevði verið at vitað, um hesar døpru forsagnir hildu, og tí fer hann í dag at seta landsstýriskvinnuni henda fyrispurning um dagtilhaldini.