Kappingin varð fingin í lag í samband við at 3. real skuldi til Athen í Grikkalandi aftaná lokna skúlagongd. John Kruse á Tvøroyri, sum var læraravikarur, hjálpti flokkinum við fyrireikandi arbeiðnum.
Orkestrini sum luttóku vóru: Beat Shots, Orion, Hin sosialistiski bólkurin, Fire Stars, Uppvask, Den med tyren, Starlight og Sputniks. Sputniks vunnu kappingina við sanginum Labei, sum Tommy Seebach hevði gjørt.
Teir sum mannaðu Sputniks vóru: Jens Lisberg, Trongisvágur, 29 ár og timburmaður, Jóhan Dahl, Vágur, 19 ár og bankalærlingur, Rasmus Magnussen, Fámjin, 19 ár og maskinmeistaraaspirantur, Jan Petersen, Trongisvágur, 19 ár og bilmekanikari, og Marner Lisberg, Trongisvágur, 23 ár og læraraskúlanæmingur.
Kelda: Myndablaðið Nú 1979









