Spurningurin er um hetta ikki er ólógligt

Helgi Abrahamsen skal nú svara upp á um hann heldur, at føroyingar skulu rinda fyri streym sum teir ikki brúka. Løgtingsmaður sigur, at talan er um eina eykarokning til føroyingar upp á fleiri hundrað milliónir

Spurningurin er um hetta ikki er brot á elveitingarlógini. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Og tað sigur hann, nú Umhvørvisstovan hevur givið Vindrøkt og Effo loyvi til at seta vindmyllur upp við Gellingarkletti.

Men Sev hevur víst á, at hetta er tíðin ikki búgvin til, tí Sev kann bara taka ímóti einum parti av streyminum frá myllunum. Kortini hevur Sev skyldu til at taka ímóti øllum streyminum og sostatt er inntøkan hjá Vindrøkt og Effo, tryggjað undir øllum umstøðum, hóast stórur partur av streyminum fer fyri skeyti.

– Formaðurin í Sev hevur greitt frá, at Sev klárar bara at taka ímóti 20 prosentum av streyminum frá nýggja vindmylluverkinum. Men kortini skal Sev rinda fyri 100 prosent.

– Nú skulu borgarar rinda fyri orku, sum teir ikki fáa, staðfestir Henrik Old á. Hann sigur, at einasti møguleiki hjá Sev er at fíggja hetta við at hækka prísirnar, og hann heldur, at tað er ein spurningur um hetta ikki er brot elveitingarlógina.

Hann heldur, at tað er illa umhugsað av Umhvørvisstovuni at áleggja Sev ovurhonds stórar útreiðslur, sum koma at kosta húsarhaldum hundratals milliónir í hægri elprísum hesi næstu árini.

Tí skal Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í orkumálum, nú greiða Løgtinginum frá hvørjar heilmildir, og hvørjar førleikar, Umhvørvisstovan hevur at taka eina slíka avgerð. Og landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá um tað kann vera rætt, at húsarhaldini skulu rinda hundraðtals milliónir í hægri elprísum fyri hesa ætlanina at seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum.

Harafturat vil Henrik Old hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur undirtøku í samgonguni at taka avgerðir yvir høvdið á nevndini og leiðsluni á SEV, sum føra til, at føroysku húsarhaldini skulu gjalda meira enn 100 milliónir krónur í hægri elprísum hesi næstu árini.

– Sjálvsagt skulu vit hava grøna orku, men tá ið so stór rokning verður send húsarhaldunum, eiga vit at umhugsa ætlanina betur. Í hesum sambandi eiga vit at tryggja okkum, at elprísirnir ikki hækka so nógv, sum teir nú fara at gera, og at so nógv orka, og so nógvir pengar, ikki fara til spillis, sigur Henrik Old.