Í bløðunum hevði javnaðarflokkurin herfyri eina grein um tjóðskaparliga semju í sjálvstýrismálinum.
Har verður sagt, at "ein komandi føroysk stjórnarlóg skal taka støði í teim galdandi ríkisrættarligu viðurskiftunum."
Vil hetta siga, at Føroya Javnaðarflokkur í fleiri ár hevur tikið lut í arbeiðinum í grundlógarnevndini uttan at kravt, at nevndin fyrst av øllum finnur út av, hvør støða Føroya er í tí fólkarættarligu eind, sum vit eru ein partur av?