Spurnarkanning um ferðsluviðurskifti

- kanning gjørd millum næmingar í 9. flokkum skúlaárið 1998-99

Grundarlagið undir spurnarkanningini

Í skúlaárinum 1998-99 skipaði Ferðslutrygd fyri undirvísingarátaki um ferðsluvandar. Talan var um dagsskeið, ætlað næmingum í 9. flokkum. Á dagsskeiðunum vóru millum 20 og 30 næmingar (t.e. 1-2 flokkar) í senn. Allir skúlar í Føroyum við framhaldsdeild tóku av tilboðnum og sostatt bar til at geva so gott sum einum heilum árgangi sama undirvísingarupplegg. Einans teir fáu næmingar, sum av einihvørjari orsøki ikki vóru í skúla tann ávísa dagin, gluppu burtur í millum. Dagsskeiðini fóru fram í hølunum hjá Ferðslutrygd, og vóru m.a. fyrilestrar á skránni hildnir av Ferðslutrygd, Løgregluni, Ambulansutænastuni og Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Í sambandi við fyrilestrarnar vórðu eisini styttri filmar vístir.

Kjarnin í skeiðinum var fyrilestur, sum var hildin av ungari gentu, sum hevur verið fyri ferðsluvanlukku. Hon greiddi frá sjálvari vanlukkuni og um tað, vanlukkan bar við sær fyri hana. Eisini greiddi hon frá, hvussu tað er at liva við einum álvarsomum breki, hvussu hennara framtíðardreymar vórðu broyttir o.s.fr.

Ferðslutrygd fer framyvir á hvørjum ári at skipa fyri dagsskeiðum fyri 9. flokkar. Undirvísingarskylda er til og við 9. flokki, og í skúlahøpi er hetta seinasti møguleiki at fáa ein heilan árgang á tal.

Endamálið við undirvísingarátakinum er stutt og greitt: at seta avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í brennidepilin, at teir verða gjørdir so ítøkiligir, sum til ber, so at næmingarnir veruliga sanna, at hetta eisini er nakað, sum kann raka teir.


Spurnarbløð

Áðrenn tikið varð samanum á enda á skeiðinum, varð lagt upp til orðaskifti, har næmingarnir kundu spyrja og annars koma fram við sínum áskoðanum, og fingu teir hvør sítt spurnarblað at svara. Til hetta fingu teir einar 15 minuttir. Í teimum førum, næmingarnir ikki skiltu spurningarnar, fingu teir leiðbeining.


Endamálið

Endamálið við spurnarbløðunum var m. a. at vita, hvat næmingar í 9. flokkunum halda um ymisk viðurskifti, sum hava við ferðslu og ferðslutrygd at gera. Men spurningarnir vóru eisini sum samanumtøka ella eftirmeting hjá næmingunum, við tað at teir skuldu taka støðu til tey evni og viðurskifti, sum teir høvdu fingið greitt frá fyrr um dagin. (Teir vórðu eisini bidnir um at siga, hvussu teimum dámdi teir ymisku fyrilestrarnar. Hetta úrslit verður tó einans nýtt innanhýsis - til eftirmeting hjá fyrilestrarhaldarunum).


Spurnarkanningin í vavi

Av teimum um 600 næmingunum, sum eru í 9. flokkunum, svaraðu 530 spurnarbløðunum. Av hesum eru 234 gentur og 266 dreingir. Við nøkrum fáum undantøkum eru næmingarnir í 9. flokkunum skúlaárið 1998-99 føddir í 1983, og hava teir tí verið annaðhvørt 15 ella 16 ára gamlir, tá ið spurningarnir eru svaraðir og í onkrum føri eisini 14 gamlir.


Hvussu kanningin

eigur at verða lisin

Uppsetingin í samanteljingini er í høvuðsheitinum skipað soleiðis, at í flestu spurningunum sæst úrslitið av svarunum hjá øllum næmingum ovast (Øll), og niðri undir tí sæst síðan, hvussu genturnar (Ge) og dreingirnir (Dr) svaraðu hvør sær. Samanteljing av t. d. %-tølunum hjá (Ge) tvørturum gevur 100% av gentunum, sum svaraðu spurningunum. Vegna avrunding av tølunum broytist í summum førum alt %-talið um +/- 2%.


Niðurstøður

Á hjástandi síðu er samanteljing av svarunum. Fyri hvønn spurning er gjørd *) viðmerking, har niðurstøða er gjørd, ið er grundað á tey mest signifikantu tølini. Annars eru øll tølini til staðar, og lesarin kann tí sjálvur gera sær sína egnu niðurstøðu.


Ferðslutrygd © mai 1999

Jón Kragesteen,

dagligur leiðari