Spurnakanning um føroyskan kommunupolitikk

Í hesum døgum fara øll tey, sum heystið 2004 stillaðu upp til kommunuval at fáa bræv við fyrispurningi um at fylla út spurnablað


spurnarkanning


Tá vóru 783 fólk uppstillað, 535 menn og 248 kvinnur. Vónandi fara tey flestu at vera beinasom at svara, so at kanningin kann geva eina góða mynd av kommunala fólkaræðinum í Føroyum.
 
Verkætlanin er partur av størri verkætlan, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum stendur fyri. Arbeiðið við sjálvari spurnakanningin verður gjørt á Høgskolen í Molde, tað er Beinta í Jákupsstovu, sum stendur fyri tí arbeiðinum.
 
Kanningin er framhald av kanning, sum var gjørd fyri tveimum árum síðani. Tá vórðu øll, sum stillaðu upp til kommunuvalið í 2000 spurd um at fylla út spurnablað. Granskararnir fara at samanbera úrslitini frá hesi nýggju kanningini við úrslitini frá tí fyrru, og royna at lýsa spurningar, sum ikki vóru settir seinast. Endamálið er at fáa lýst, hvørji fólk verða stillað upp til kommunuval og hvat tey halda um tað politiska virksemið í kommununum.
 
Høvuðsendamálið við spurnakanningin er at hon skal geva vitan um rekrutteringina av kommunupolitikarum: Hvussu verða valevni útvald í Føroyum? Hava tey uppstillaðu hug til politisk arbeiði, og hvørjum politiskum evnum tey eru serliga upptikin av? Hví halda tey seg verða uppstillaði, og hvussu var valstríðið?
 
Hesu ferð verða tey uppstillaðu og tey valdu eisini biðin um at siga sína hugsan um tær broytingar, sum nú fara fram í bý- og bygdaráðum.