Hvønn hósdag millum klokkan 14 og 15 er Petur Zachariassen vertur í sendingini "Spurin" á Rás2. Í sendingini verður vitjað á ymiskum arbeiðsplássum. Tíðum verður eisini vitjað hjá felagsskapum og privatfólki. Sendingin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", sum var send beinleiðis seinnapartin í dag.
Í dag vitjaði Petur Zachariassen Vørn MRCC Tórshavn, har hann m.a. prátaði við leiðaran, Jógvan Bjarnason.