Nýggjársaftan um 16-17 tíðina hevði onkur slept onkrum sum kundi verið ein heimagjørd bumba niður í postkassan, sum hongur uttan fyri høvuðsdyrnar.
Fólk var til arbeiðis á blaðnum hendan dagin og hoyrdu bludrið, men tá tey komu út var eingin at síggja.
Tað mesta av tí, sum var í postkassanum varð bjargað, men um onkur saknar okkurt, sum tey hava koyrt í postkassan týsdagin ella mikudagin, so er at venda sær til blaðið.