Sprongdu 42 metrar í síðstu viku

- Nú eru tilsamans 277 metrar sprongdir á Strondum og 10 metrar á Hvítanesi, veit NCC at siga í dag.

Í samband við byggingina av Eysturoyartunlinum, veit NCC í dag at siga, at tilsamans 42 metrar vórðu sprongdir á Strondum í síðstu viku.

 

Nú eru tilsamans 277 metrar sprongdir á Strondum, og á Hvítanesi eru tilsamans 10 metrar sprongdir.

 

Fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum varð latið av á Strondum hin 21. februar, og fyrsta skotið á Hvítanesi varð latið av hin 27. apríl.