Springsteen verður verandi á fyrsta plássinum

Fyri fimtu ferð á rað liggur tónleikaralegendan Bruce Springsteen sum nr. 1 á 15 teimum bestu við lagnum ?Radio Nowhere?. Ikki er stórvegis broyting farin fram á fyrsta plássinum seinastu vikurnar, men nýggj løg eru komin inn bæði á 2. og 3. plássi.

 

Týski bólkurin Tokio Hotel er komin beinleiðis inn á 2. plássið á listanum við nýggja lagi teirra ?An deiner Seite (Ich bin da)? og Britney hevur megnað at flutt seg tvey pláss upp á listanum til eitt 3. pláss við lagnum ?Piece of me?.