Springarar eru í Kaldbaksfirði

Leitað verður eftir springarunum fyri at finna teir aftur

Springarar eru sæddir í Kaldbaksfirðinum fyri løtu síðani, og ein bátur er komin inn á Kaldbaksbotn inntil víðari.

 

Springarar kava illa, og hesir ferðast skjótt, so í løtuni er ikki greitt, hvar springararnir eru. Beint nú leita fólk fyri at fáa eyga á springararnar aftur. Teir vóru í tveimum bólkum, og teir verða fyribils mettir at vera um 20-30 í tali.

 

- Fleiri bátar eru á veg úr Kollafirði nú, so onkur renir seg vónandi inn á teir, sigur Bergur Dam Jensen, grindaformaður.

 

Tann, sum fann springararnar, var í arbeiðsørindum á veg norður eftir og fekk ikki steðgað á fyri at halda eyga við springarunum. 

 

Um mann finnur teir aftur, verða teir væntandi riknir til Kollafjarðar, har hvalvágin enn bara er fyribils góðkend.